Gamla metið var 178 km - Nýggja metið, sum Livar, Leven, Ray og Don hava sett er 188 km. Sostatt er gamla metið væl og virðuliga sligið.
Tað hevur annars gingið framúr væl hjá teimum umborð á Artemis Investments at rógva. Hóast skiftandi dagar, halda teir framvegis omanfyri teir 100 kilometrarnar í miðal um døgnið, sum skulu til fyri at teir klára heimsmetið upp á 55 dagar, sum varð sett fyri 114 árum síðani.
Teinurin er úr New York til Falmouth, og er tilsamans 5303 kilometrar langur.
Fylgjast kann við ferðini hjá Artemis Investments inni á heimasíðuni hjá Livari, sum sæst her.