Livar og teir fingið mateitran

Umborð á Artemis Investments rógva teir í mótgongd í løtuni. Livar Nysted og teir hava fingið mateitran. Tað skrivar trip.fo. - Spýggj-spannin fær ein ordiligan umgang, skrivar Livar Nysted.

Sjúkan ávirkar ikki manningina stórvegis, tí teir drekka eina rúgvu av vætu. Hóast túrurin er ótespiligur, staðfestir Livar, at mateitranin fær manningina at hugsa um annað enn eymar kroppar.

Livar Nysted og hinir tríggir umborð á Artemis Investments hava sett sær fyri at rógva tvørtur um Atlantshavið. Teir hava róð gott og væl helmingin av teininum.