Manningin umborð á Trio, sum rør tvørtur um Indiska havið, úr Avstralia til oynna Mauritius, hava trupulleikar av høgari aldu.
Klokkan sjey í morgun stóð á heimasíðuni, trip.fo, at teir høvdu ikki róð seinastu tólv tímarnar, og lógu við drívakkerinum úti.
Livar Nysted og hinir fegnast tó um, at aldan er við teimum.
Fyri tveimum døgum síðani vóru boðini, at teir høvdu minni enn 1000 fjórðingar eftir. Um veðri var til vildar, so fór tað at taka 15 20 dagar at rógva teinin.
Vit vita ikki, hvussu nógv keðiliga veðrið seinasta døgnið hevur tarnað teimum.









