Livar Nysted við fýra øðrum tvørtur um Atlantshav

Mikudagin setist Livar Nysted úr Hvannasundi aftur við árarnar, nú hann og fýra aðrir skulu rógva um Atlantshav. Teir eru nú út fyri Vesturstrondina á Marokku

Rógvarin, listamaðurin og ævintýrarin, Livar Nysted, er aftur við árarnar fyri at fremja enn eitt bragd.

Hann rør sjálvur fimti úr Portimão allar sunnast í Portugal móti Franska Gujana, norðast í Suðuramerika. Væntandi tekur túrurin millum 50 og 60 dagar.

Teir seta fyrst kós móti Kanariuoyggjunum. Eftir ætlan skulu teir ikki í land á Kanariuoyggjum, men rógva suðurum, og leggja so leiðina vestur um hav.

Nú eru teir komnir út fyri Vesturstrondina á Marokku.

– Teinurin frá Portogal og suður til Kanarisku oyggjarnar er sum regul tann truplasti teinurin, tí her er veðrið meira óstabilt, enn tað er í Atlantshavinum. Veðurfrásøgnin sær eisini gott út, sigur Livar Nysted.

##med2##

Óvæntaður kjansur

Hesin kjansurin at koma við í bátin, kom óvæntað.

Hann greiðir frá, at hann varð ringdur upp av einum manni, sum hann kenni frá havrógving, men sum hann tó ikki hevur róð saman við fyrr. Hann var skipari á einum báti, sum skuldi rógva tvørtur um Atlantshav, men tað vísti seg nú, at ein av monnunum hevði fingið ein skaða í ryggin, so hann spurdi um Livar Nysted kundi koma við.

Livar segði sum var, at hann ikki var í toppformi til slíka avbjóðing í løtuni, men at hann var áhugaður. Hann svaraði, at hann heldur vildi hava ein mann, sum ikki var í toppformi enn ongan mann hava. Soleiðis kom hvannasundsmaðurin við.

##med3##

Maðurin sum ringdi er ein niðurlendingur, sum er royndur havrógvari. Hann er millum teir allar royndastu, hevur róð níggju ferðir tvørtur um Atlantshav.

Fimm mans eru við bátinum. Umframt Livar eru teir tveir írar, ein serbi og ein niðurlendingur. Annar írin er ein ungur maður, sum er blindur, men sum hevur verið partur av írska landsliðnum í pararógving.

##med4##

– Metið er 49 døgn. So kanska vit klára tað upp á 48 døgn. Eingin veit, sigur Livar Nysted.

Til ber at fylgja Livari Nysted og teimum á síðuni: oceanrower.eu

##med5##