Livar Nysted uppkallaður

Gongst sum ætl­að, verða før­oyskir rógvarar við í HM í einum ser­merktum ára­báti, sum nú er kom­i­n til Føroya

Róðrarsamband Føroya hev­ur fingið fatur á einum, tey kalla ”coastal-rowing” ár­a­báti, og í gjár varð hann doypt­ur og tikin í nýtslu.
Jan Herman Han­sen, for­mað­ur í Róðr­ar­sam­band­i­num, sigur, at talan er um tann siðbundna, smala, út­lendska róðrarbátin, sum er ment­ur til hetta slagið av ár­a­bátum, sum klára seg í væl verri veðri enn tann upp­runa­liga smali árabaturin ann­ars ger.
– Báturin er keyptur úr Frak­landi og kostar 70.000 krón­ur, nu hann er komin til Før­oya, sigur hann.
Men endamálið er ikki bara at fara hugnaferðir inni við land.
Ætlanin er at vekja áhuga fyri hesum slagi av ára­bátum og at eggja kapp­róðr­ar­feløgum kring landið at út­vega sær slíkar bátar.
– Hetta er fyri at gera før­oyska rógving meiri fjøl­tátt­aða við at hava onkrar kapp­ingar um veturin eisini við øðrvísi bátum, sigur Jan Her­man Hansen.
– Tað átti at verið munandi lætt­ari at manna ein bát við tveim­um fólkum, enn at banna ein bát við minst sjey fólkum, leggur hann afturat.
– Kapprógving í hesum báta­slag­num er skjótt veks­andi ítróttargrein úti í heimi og ætlanin er at fá før­oyingar at venja og at vera við í HM í hesum slagi av rógv­ing, sigur formaðurin í Róðr­ar­sam­band­i­num.
Næsta ár verður HM í Dan­mark og gongst, sum ætl­að, skulu føroyingar vera við tá.
Sunnudagin var lít­ið hátíðarhald í kapp­róðr­ar­neys­t­inum í Streymnesi, tá ið bát­ur­in varð doyptur og tik­in í brúk.
– Tað tók ikki langa tíð at finna upp á navnið, sigur Jan Her­man Hansen.,
Báturin eitur nevniliga Liv­ar og er uppkallaður eftir heims­kenda havrógvaranum úr Hvannasundi
Livar fekk eisini heiðurin at doypa bátin. Tá ið báturin var doyptur og signaður, sluppu Livar Nysted og ein annar kendur rógvari, Sarita Hansen úr Miðvági, at royna bátin sum tey fyrstu, og tað eru tey bæði á myndini.