Í dag fekk tiltikni rógvarin úr Hvannasundi, Livar Nysted, forkunnugan post.
Millum brøvini var ein brævbjálvi frá metbókini hjá Guinnes við ikki færri enn trimum skreytbøðum í.
Tey eru prógv um, at tað nú er alment góðtikið, at hann nú hevur fingið trý heimsmet – og tey eru sjálvsagt øll í havrógving.
Hesi trý heimsmetini koma afturat heimsmetinum, hann fekk í 2010 fyri at hava róð skjótast um Norðuratlantshav.
Hesi trý heimsmetini, hann nú hevur fingið prógv um, er fyri at hava róð skjótast um Indiahav, og fyri at hava róð um Indiahav saman við bara tveimum øðrum, tí tað er fyrstu ferð, at bátur við bara trimum monnum hevur róð um havið.
Triða heimsmetið, hann fekk prógv um í dag, er fyri at hava róð um tvey heimshøv í sama ári, fyrst róði hann um suðuratlantshav í januar og februar og síðani um Indiahav í summar.
Livar Nysted sigur, at hann hevur tikið eitt heimsmet afturat, tað var fyri at hava róð longsta tein í eitt samdøgur. Tað var tá ið teir róðu 118 fjórðingar í eitt samdøgur á ferðini um Norðuratlantshav í 2010.
- Vit fingu at vita, at Guinnes hevði viðurkent tað sum eitt heimsmet, men vit fingu ongantíð váttan um tað, og satt at siga veit eg ikki um vit gera nakað við tað, sigur Livar Nysted.
Hann sigur, at hóast heimsmetini eru stuttlig at hava, hevur tað ikki verið tað, sum hevur drivið verkið.
Og hann staðfestir, at skreytbløðini um hesi heimsmetini, skulu øll hongjast upp á wc veggin
- Eg vil hava tey hangandi á wc. Tað er ein staðfesting av, at metini hava ikki so stóran týdning fyri meg, at skreytbløðini fáa heiðurspláss í stovuni, sigur Livar Nysted.
Hann sigur, at fyribils hevur hann ongar ætlanir um fleiri ferðir.
Hann og skipari hansara á ferðunum, Levin, hava tosað eitt sindur um at rógva útnyrðingsleiðina ímillum Nýfoundlandi til Alaska, talan er um 3500 fjórðingar og tað hevur eingin gjørt áður.
Men tað er ein ómetaliga dýr ferð, tí flutningsútreiðslurnar eru stórar og samstundis verður tað neyðugt at hava flogfør at kanna regluligar, hvussu ísurin ferðast.
- Eg veit ikki um hetta verður til nakað, men dreymin kunnu vit so altíð hava. Men verður tað ikki til nakað, er tað eisini fínasta slag. Eg eri nøgdur við tær ferðir, eg havi verið á, og útlongsilin er slett ikki so sterkur, at eg má avstað aftur, sigur Livar Nysted.
Á myndini er Livar við teimum trimum skreytbløðunum, hann fekk í dag og aftanfyri hann, hongur tað fjórða.