Livar Nysted í Smiðjuni

Fríggjadagin klokkan eitt lat Livar Nysted úr Hvannasundi upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Livar Nysted sýnir fram 22 málningar á framsýningini. Talan er um akrylmálningar av øllum møguligum alt frá landsløgum til fólk.
? Hetta er ikki abstrakt list, so ein sær, hvat tað er, sigur Livar, sum dámar sera væl at mála fólk.
Hann er sera spentur at vita, hvussu tað fer at gangast í Havn, tí hetta er fyrstu ferð, at hann hevur framsýning í Havn.
? Eg vóni, at Havnarfólk fara at taka væl ímóti mær, sigur Livar, sum hevði kunnað hugsað sær at liva av listini. Men hann veit, at tað er sera torført.
? Tey flestu, sum mála hava annað fast arbeiði við síðuna av, eisini teir stóru málararnir, um ein kann siga tað so, sigur Livar.
Livar býr í Hvannasundi og hevur altíð teknað nógv. Hann sigur, at hann fær nógvan íblástur av at búgva á einum smáplássi og tætt við sjógvin.
? Vit búgva einans tríggjar-fýra metrar frá sjónum, og har fær ein altíð nógvan íblástur og sær mangt ymiskt. Millum málningarnar, sum eg havi málað hesuferð eru tríggir veðrar, og tað er lítið at ivast í, hvar tann íblásturin er komin frá, sigur Livar, sum til dagligt starvast á Føroya Bjór.
Hann byrjaði ikki at mála av álvara fyrr enn fyri átta árum síðani. Hann hevði sína fyrstu framsýning á Húsarhaldsskúla Føroya einaferð í 1990. Tá var tað bara blýantstekningar. Kona hansara, Svanna, eggjaði honum til tá. Síðani tað hevur hann havt fleiri framsýningar ymsastaðni í Klaksvík, og tekningin hevur ment seg til oljukrit og so seinni til at mála. Og nú hevur hann eisini gjørt av at royna seg uttan fyri Klaksvík.
Framsýningin í Smiðjuni er opin frá fríggjadag til og við hósdag frá klokkan 13 til 18, tó verður stongt sunnudagin.