Klaksvík:
Listamaðurin úr Hvannasundi er 33 ára gamal og hevur seinastu 10 árini ár roynt seg við málningalist. Hann hevur fyrr haft framsýningar millum annað her í Klaksvík á Kósini og í Føroya Banka og hevur eisini verið við á Norðoyastevnu framsýningini. Seinasta summar hevði hann framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Við á framsýningini hevur Livar umleið 20 akryl málningar við ymiskum myndaevnum, millum annað landslagsmyndir og persónsmyndir.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 6. februar klokkan 16.00, har øll eru hjartaliga vælkomin at hyggja inn, síggja framsýningina og fáa ein kaffimunn. Myndirnar eru til sølu og eru at síggja í vanligari upplatingartíð frá mánadag til fríggjadag frá 10 til 17:30 og leygardag frá 10 til 13. Framsýningin verður hangandi allan februar mánað.
Framsýningin, ið tekur við aftaná Livar, verður við myndum hjá Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen. Hon sýnir fram í Leikalund í mars mánað.