- Tað verður ikki beint nú, men kanska um eini tvey, trý, fýra ár! Tað sigur Livar Nysted. Navnframi havrógvarin úr Hvannasundi hevur fleiri ferðir verið til at rógva um heimshøv. Men nú gongur hann og hugsar um at taka tað størstu avbjóðingina av øllum. Og tað er at rógva um Atlantshav - einsamallur. Hann sigur, at tað verður ikki næsta ár, men hann hugsar sær, at verður um eini tvey, trý fýra ár.
Men verður ætlanin til veruleika, skal tað vera í einum føroyskum báti, sum er umbygdur til endamálið. - Tað skal vera ein bátur í føroyskum sniði, men hann skal verða úr glastrevjum og hann skal hava kabinur.
Tað er serliga fyri trygdina, at báturin skal hava kabinur, tí tá ber til at fáa hann aftur á rættkjøl, skuldi hann hólvst. Hann sigur, at hann hevur longu gjørt tær fyrstu skitsurnar til bátin og hevur tosað við bátasmið um tær.
Livar Nysted sigur, at tað, sum liggur í kortunum er, at gerst ætlanin veruleiki, fer hann at rógva tvørtur um Suðuratlantshav, úr Kanarisku oyggjunum í Karibisku oyggjarnar. Tað er ein teinur upp á einar 5.000 kilometrar.
Livar Nysted, at tað er onkur, sum hevur roynt hendan teinin einsamallur, men teir eru fáir. - Tað er ymiskt, hvussu leingi teir hava havt um túrin, onkur hevur klárað hann uppá tveir mánaðir, onkur upp á tríggjar og onkur eitt sindur longri. Tað veldst um veður og vind og um, hvussu nógv ein sjálvur leggur í tað, og hvussu nógvar tímar róð verður um dagin.
Men hjá Livari fer hetta ikki at snúgva seg um at seta nakað met. - Hetta fer at snúgva seg um at rógva havið og koma á mál í øllum góðum, sigur hann. Hann hugsar sær, at ferð hann hendan túrin, fer hann at rógva einar 12 tímar um samdøgurið, kanska onkuntíð eitt sindur longri, tá ið tað liggur væl fyri.
Hann sigur, at størsta forðingin verður helst at útvega fígging til endamálið. - Tað er ein rættiliga dýr ferð, helst kostar yvir eina hálva millión. Men fer hann í holt við hetta, vónar hann at finna fígging til tað, hann heldur, at kanska høvdu føroyskar fyritøkur verið áhugaðar at stuðla eini slíkari ætlan. Men hartil er hann als ikki komin enn.
|