Livar nærkast Mauritius

Nú fer av álvara at styttast hjá Livari Nysted og hinum báðum umborð á tRIO, sum rógva um Indiska Havið.

 

Stuðulssíðan hjá Livari Nysted – www.trip.fo - fylgir alla tíðina við bátinum og dagførir tvær ferðir um dagin. Klokkan eitt í nátt skrivaðu tey soleiðis:

 

Nú eru bert 53 fjórðingar (98 km) eftir at rógva av drúgva teininum frá Australia til Mauritius. Halda teir ferðina verða teir frammi tíðliga í kvøld. Seinastu 12 tímarnar hava teir róð heili 44,2 fjórðingar (81,9 km)

 

Teinurin úr vestursíðuni á Avstralia til Mauritius er 6500 kilometrar.