Livar Nysted og hinir sjey menninir umborð á Avalon eru komnir til Barbados.
Beint áðrenn klokkan átta føroyska tíð kom Avalon yvir um málstrikuna á Barbados.
Tann almenna tíðin, tá teir komu á mál er klokkan 07:51 føroyska tíð. Sostatt hevur túrurin frá Kanariuoyggjum og yvir til Barbados tikið 32 dagar, 12 tímar og 41 minuttir.
Teir vóru ein tíma og níggju minuttir skjótari enn ein annar bátur, Titan, ið eisini hevur róð sama tein.
Familia og vinir eru samlað á Barbados at taka ímóti Livari Nysted og restina av manningini. Eisini eru skipari og manning á Titan komin at taka ímóti Livari Nysted og hinum monnunum umborð á Avalon.