Livar Nysted og hinir umborð á tRIO hava tveitt drívakkerið út, tí tað er fitt av vindi og aldu í Indiska Havinum í løtuni.
Heimasíðan trip.fo skrivar, at seinastu tímarnar hava Livar og teir ikki fingið róð, men teir ”surfa” ímóti Mauritius. Teir hava í løtuni ringasta sjógvin, teir hava havt á ferðini, og eru bara glaðir fyri, at teir hava alduna við sær og ikki ímóti sær.
Teir hava tveitt drívakkerið út, men vóna, at vindurin minkar so mikið nógv í nátt, at teir kunnu fara at rógva aftur í morgin.










