Livar Nysted og hinir umborð á bátinum Rio hava nú provianterað til longu ferðina um Indiska Havið.
Millum annað hava teir keypt 2.000 sjokulátuplátur, sum teir skulu hava við umborð.
Heimasíðan trip.fo, sum fylgir ferðini hjá Livari og teimum úr Australia til Mauritius, skrivar, at rógvararnir fara helst at forbrenna 11.000 kaloriur hvønn dag, og tí er alneyðugt at fáa brennievni á kroppin eisini sum søta sjokulátu.
Verður ferðin um Indiska Havið 90 dagar long, hava Livar og teir sjey sjokulátaplátur í part um dagin at eta.










