Livar: Besti dagurin á túrinum

HAVRÓGVING: Livar og hinir báðir menninir umborð á bátinum tRio hava als ikki stundir at halda ólavsøku, sum so mong onnur her á landi.

Teir hava sett sær eitt stórt mál, nevniliga at rógva teir 6500 kilometrarnar millum Australia og oynna Mauritius. Hóast teir hava havt sínar trupulleikar higartil á ferðini, gongur tað kortini fram á leið, áratak fyri áratak.

Serliga væl hevur gingið hetta seinasta samdøgrið. Tá posisjónin varð tikin beint sum farið var inn í ólavsøkudag - klokkan 01:00 í nátt - kundu teir, glaðir og ernir staðfesta, at teir høvdu róð heili 100 fjórðingar.

- Hetta er samstundis langt tað besta døgnið higartil á túrinum, staðfestir heimasíðan trip.fo, sum fylgir ferðini.

Veðrið er teimum til vildar í løtuni, og fer eisini at vera tað teir komandi dagarnar.

Nú er bert 1070 kilometrar til Port Luis á oynni Mauritius, sum er málið fyri hesum róðrarbragdi.