Livar aftur til árarnar

Klokkan 17.30 í gjár fóru teir aftur til árarnar umborð á Artemis Investments, har Livar Nysted úr Hvannasundi er ein av manningini.

Teir løgdu frá landi umleið klokkan hálvgum seks í gjárkvøldið, eftir at hava bíðað sera leingi eftir líkinda veðri til túrin tvørtur um Atlantshavið.
Ætlanin hjá Livari Nysted og teimum umborð á Artemis Investments er at rógva úr Liberty Harbour í New York, til Bishops Rock við Scillyoyggjarnar - ein teinur upp á 5214 kilometrar - og at gera tað upp á minni enn 55 dagar, sum er 114 ára gamla metið.
Tá 13 og ein hálvur tími vóru farnir, høvdu teir róð 75 kilometrar - sum er á einari heilt góðari leið. 100 kilometrar um døgnið verður mett at verða gott hjá teimum.