Fríggjakvøldið undirheldur Jóhan í Kollafirði við sínum sermerkta og stuttliga tónleiki, meðan Torkil og David fáa naglarnar at loysna leygarkvøldið. Tað er eingin annar sum Jóhan í Kollafirði. Hann hevur verið á toppinum og hann hevur verið á botninum. Tað gevur honun henda heilt serliga lívskunnskapin og støðið undir hansara serliga skemti. Góðar umstøður og gott undirhald í Café Natúr fríggjakvøldið.
Leygarkvøldið spæla teir báðir Torkil Olsen og David Isfeldt á Café Natúr. Teir báðir eru garvaðir og væl royndir tónleikarar, sum elska at at framføra. Tónleikastílurin er rættur Café Natúr stílur. Løg tú kennir, sungin og spæld sum tey eiga.