»Tað er fullgjørt!« Og hann boygdi høvdið og gav upp andan. Jóhs. 19,30.
Teir, sum vóru við til at taka Jesus av lívi, hildu at nú vóru teir slopnir av við Jesus, teir hildu seg hava vunnið sigur á Jesusi, men teir vórðu gjørdir so dyggiliga til skammar. Gud hevði eina ávísa ætlan við Jesusi og gerningi hansara her á fold.
Sum øllum kunnugt vóru menniskjuni rikin út úr Edens aldingarði aftan á syndafallið á sinni, og hurðin var afturlatin og var opnað aftur við Jesusi, tí páskamorgun reis Jesus úr grøvini og er nú ein livandi frelsari okkara millum. Hetta kunnu so mong av okkum vitna um, sum hava upplivað Jesu uppreisnarkraft í lívi okkara.
Hetta er ein veruleiki, hetta er nakað vit hava upplivað sjálv, tann dagin Jesus sjálvur møtti okkum og vísti okkum á seg sjálvan sum frelsara frá synd og ævigum deyða við tað at hann reis upp úr grøvini aftur og er ljóslivandi okkara millum enn í dag. Hetta hevur skapað eina livandi vón í hjørtum okkara, at soleiðis sum Jesus uppstóð, skulu vit eisini rísa upp ein dag saman við honum.
Tí kunnu vit av sonnum heilsa hvør øðru eisini hesar páskirnar við hesum orðum: At Jesus livir og vit skulu við trúnni á hann og hansara fullgjørda verk á Golgata fyri okkum. Hvør ein gleði at eiga hesa livandi vónina í hjartanum. Hetta ger at lívið saman við Jesusi ikki er vónleyst, hóast deyða og grøv, ein dag skuu vit rísa upp og vera saman við honum, sum er tann stóri sigurharrin Jesus Kristus.
So vil eg ynskja øllum einar gleðiligar páskir í Jesu navni og vil eg enda við einum páskasálmi, sum eg havi yrkt fyri 10 árum síðan, altso til páskirnar 1999.
Páskasálmur
Lag: Grøvin sterka rivnað er. Bf. 219 Dk. 160.
Vónin aldri doyggja kann,
Jesus livandi man vera;
stóran sigur hann mær vann,
eina hann kann undur gera;
Jesus livir, eg skal liva,
er í orði Guðs alt skrivað.
Vónin livandi mær er,
birtir lív á hesum foldum,
og at hvørt sum tíðin fer,
um eg hvíli undir moldum,
ævigt lívsins sól man rísa,
Jesusi eg tí kann prísa.
Vónin ævinlig mær er,
tí at Jesus upp er staðin;
gleðiboð um heimin fer,
um tann sæla páskadagin,
tá ið eingil boð man bera,
at ei hann í grøv man vera.
Vónin birtir lovsagt í
mínum hjarta, sál og sinni;
undrandi um alla tíð,
Jesus mær í hjarta inni;
hann mær veitti størstu náði,
aldri takka nokk eg fái.
Vónin ei til skammar ger,
bert eg á Guðs náði líti;
undur Guðs alt lív mítt er,
ei um nakað annað býti,
tí mítt navn í Himli skrivað
er, tí Jesus hann man liva.
Vónin, páskamorgunstund,
tá ið Jesus reis av deyðum,
gav hann gleði mær í lund;
loysti meg úr synd og neyðum,
ævigt lívsins sól man roða,
og eg skal mín Jesus skoða.
Kjartan Stakksund