Livandi tónleikur í Tvøroyrar Klubba um vikuskiftið

Trygvi Strøm er felagsnevnarin fyri livandi tónleikin í Tvøroyrar Klubba um vikuskiftið. Í kvøld hevur hann Róa afturat sær, og leygarkvøldið er tað Dagfinn Olsen, sum verður saman við Trygva á pallinum í klubbanum á Tvøroyri.

Bæði kvøldini verður talan um lætta og kenda sangskrá, har fólk kunnu taka ein swing om, syngja við, og njóta tónleikin.