Livandi Søvn í Arktis

Porkeris Bygdarsavn er leiðari fyri norðurlendskari verkætlan, ið snýr seg um leiklutin hjá lokalum søvnum í ferðavinnuhøpi.

 

Porkeris Bygdarsavn hevur seinastu árini verið leiðari fyri norðurlendskari verkætlan, ið snýr seg um leiklutin hjá lokalum søvnum í ferðavinnuhøpi.

 

Verkætlanin nevnist »Livandi Søvn í Arktis«, og er ein samstarvsverkætlan, har endmálið er at læra frá hvørjum øðrum.

 

Talan er um eina trý ára verkætlan, sum »NordRegio« hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, stuðlar.

 

Magnus Hansen, er formaður í Porkeris Bygdasavni, og greiddi í Rás 2 í dag frá hesi verkætlan. Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðuna við Magnus Hansen.

 

Søvnini, sum eru við í Arktiska samstarvinum eru: Porkeris Bygdarsavn, sum leiðir verkætlanina, Midt-Troms Museum úr Noregi, Inuk Hostels úr Grønlandi og Norska Húsið – Byggðarsafn Snæfellinga og Hnappdala og Þrisker Ehf. úr Íslandi.