Livandi søvn og ferðavinna í Porkeri

Týsdagin skipaði Porkeris Bygdarsavn fyri altjóða verkstovu í Porkeri, um leiklutin hjá lokalum søvnum í ferðavinnuhøpi.

Verkstovan varð hildin í samband við fleirtjóða verkætlanina “Livandi søvn í Arktis”, sum er eitt samstarv ímillum Porkeris Bygdarsavn og lokal søvn í Noreg, Íslandi og Grønlandi.

Fleiri enn 30 fólk úr Føroyum, Grønlandi, Íslandi og Noregi vóru við á verkstovuni, sum var hildin í Húsinum við Á, sum er bygdarhúsið í Porkeri.

Á verkstovuni var serliga arbeitt við, hvussu tey luttakandi søvnini kunnu verða meira livandi.

Í hesum sambandi var nógv tosað um, hvussu virksemið á søvnunum í størri mun kann geva vitjandi eitt meiri livandi upplivilsi av søguni.

Hetta kann gerast við at lata ferðafólk síggja og royna gamalt handverk, vitja ein gamlan handil, har tað veruliga ber til at keypa. og hoyra keypmannin siga frá søgum í gamla umhvørvinum.

Eitt serliga spennandi dømi frá verkstovuni var frá Midt-Troms Museum í Noreg og teirra virksemi við bátum av gamla norska slagnum, har skúlaflokkar og onnur koma og búgva á savninum í nakrar dagar og læra um, hvussu bátarnir verða sigldir og sleppa at royna at sigla sjálvi.

Á verkstovuni var semja um, at livandi søvn er ein sjálvsagdur menningarmøguleiki hjá ferðavinnuni í lokaløkjunum, har møguleiki er hjá ferðafólki og skúlaflokkum, at royna hesa søvnini.

Tað er Norðurlendska Ráðharraráðið, sum fíggjar verkætlanina.

Á myndini er tað Zakaris Bech í Porkeri, sum situr longst til høgru, ið bjóðar útlendsku gestunum turt tvøst, turran fisk og spik. Høgrumegin standa annars Lisa Gay Boswich úr Noregi, Baldur Thorvaldsson úr Íslandi, Karen Thorsen Petersen úr Grønlandi, Håvard Klausen úr Noregi, Håvard Rauø úr Noregi og Liisi Egede Hegelund úr Grønlandi.