Livandi orka á Náttúrugripasavninum

Seinnu árini hava á leið 1.400 fólk vitjað Náttúrugripasavnið til savnsfagnað. Evnini hesi árini hava verið skiftandi frá fuglum til fiskar og eisini heilt niðri í undirgrundini.

Í ár er evnið orka, og í tí sambandi er nógv nýtt á framsýningini. Ein framsýningarstøð er lænt frá SEV, sum vísir, hvussu nógva orku tey ymisku tólini í húsarhaldinum brúka.

Tann stóra kenda hvítabjørnin hjá savninum fer at standa undir liðini á elmátingartólunum.

Hvítabjørnin er dømi um eitt sera væl bjálva dýr, og tað hevur m.a. við sær, at hvítabjørnin ikki kann renna so langt, tí at hon verður alt ov heit.