Livandi mentan í Fuglafirði

"Livandi mentan, har vit koma hvørjum øðrum við" er grundsjónarmiðið aftanfyri mentanarvikuna, sum verður í Fuglafirði í døgunum 18.-23. september.

Samskiparin av tiltakinum, Brynhild Næs Petersen, sigur, at skráin fer at bjóða eina rúgvu av góðum og áhugaverdum tiltøkum hvønn dag alla vikuna.

- Umframt at síggja og hoyra ymiskt, verður eisini lagt upp til, at fólk sjálvi luttaka og skapa. Vikan leggur upp til at fólk, sum duga, tíma og vilja - geva sær stundir til at koma hvørjum øðrum við. Soleiðis fevnir skráin - umframt um ymiskar størri og smærri framsýningar, fyrilestrar og konsertir - eisini um eina røð av tiltøkum og verkstovum, har fólk, eisini aðrastaðni frá, kunnu luttaka.

Hon sigur, at bæði stovnar, virkir, handlar, frítíðar- og áhugafelagsskapir eins og einstaklingar í býnum, hava tikið væl í móti áheitanum og fyrispurningum frá kommununi.

- Tað er hesum fyri at takka, at skráin sær lovandi út. Endaliga skráin verður eitt nú lýst á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar kommunu, www.fuglafjordur.fo og á sosialu miðlunum í næstum.

Brynhild Næs Petersen sigur, at eitt nú verður dansiverkstova fyri ung í skúlanum, og hendan endar við dansiframførslu í gamla svimjihyli. Verkstova verður eisini í skúlanum í samband við fyrireiking av "paradu". Kreativar verkstovur verða í Ribarslofti, eitt nú pílaflætting og ymiskar verkstovur í sambandi við UNIKA-gávumarknað hinumegin vegin, og opin verkstaður verður á eldrasambýlinum, Vesturstovu.

- Verkstova/ barnaringur verður í Thabor, tónleikaverkstova og "jam" á John's Cafe við eitt nú Stanley Samuelsen og Høgna Lisberg. Ungdómsverkstova og kappingar í "Hygge Joe's" í Mentanarhúsinum, opin verkstaður í Lonini og dansiverkstova við Selmu Kjærbo saman við Flog fyri vaksin, børn, arbeiðsfólk, virkir, stovnar.

Samskiparin sigur, at hin størsta verkstovan verður "Kórmót", sum Fuglafjarðar Sangkór hevur tikið stig til.

- Tey hava bjóðað skotska urguspælaranum og kórleiðaranum, Michael Bawtree, higar at leiða Kórmótið, har tey eisini fara at syngja brot úr Händels Messias. Kórmótið endar við konsert í kirkjuni.

Av dagligum tilboðum verður kamping uttan fyri Mentanarhúsið, morgunsvimjing í svimjihøllini ella á sjónum við møguleika fyri morgunmati í Mentanarhúsinum aftaná.

- Morgunkaffi, prát og ávísir við "runda" borðið á Bókasavinum, Undirhúsið verður opið, Piddasa handil og Gallerí Ribarhús verða opin, og stórur UNIKA-gávumarknaður er opin, og morgunmatur verður til keyps hvønn gerandismorgum í Mentanarhúsinum.

Brynhild Næs Petersen sigur, at nógv annað verður á skránni á mentanarvikuni í Fuglafirði, sum longu nú kann lesast um á heimasíðuni hjá kommununi.