Livandi laksur á vegnum

Í Føroyum kunnu laksaveiðimenn upp í dagar standa og fiska, men tá dagur er lokin, er fongurin sjáldan stórur. Onkur er heppin og kann fáa nakrar laksar, tá dagurin vignast best. Men teir eru ikki fáir, sum fara ongul í reyv heimaftur av laksaveiði.

Í Mason County í USA er øðrvísi í hesum døgum, nú tað hevur regnað so illa. Her hava bilførarar stundum trupulleikar av livandi laksi, sum svimur tvørtur um vegin.

Laksur er góður svimjari, og tað er eisini neyðugt, um fiskurin skal klára streymin, sum er í áum og fossum, tá áarføri er, og laksurin fer niðan í áir og vøtn um heystarnar.