Vestmanna: - Tað er trupult at svara uppá, nær tað verður at vit fáa loysingina. Men tað er vón fyri framman, slær hann fast.
Flokstingið um vikuskiftið vísti, at tað framvegis eru tey sum fylkjast um tjóðveldishugsjónina. Eisini í Suðuroy merkist ein nýggjur eldhugi fyri hesum.
- Tað eru nógv nýggj fólk komin framat í flokkinum tey seinnu árini. Og tá eiga tað at verða skaptir nýggir møguleikar, slær hann fast.
Á fundinum var eisini ein tilkomin maður, sum livir í vónini og framvegis trýr, at hann sleppur at uppliva dagin, tá Føroyar gerast sjálvstøðugar.
Árni Brattaberg plagdi onkutíð at taka orðið á slíkum flokstingum, ikki minst í síni táverandi støðu sum formaður í Suðuroyar Tjóðveldisfelagi.
- Nú eru dugnalig fólk komin framat. Jú, eg haldi, at vit ganga ímóti eini bjartari framtíð, sigur hann brosandi.
Sjálvfylgiligt sjálvstýri
Á flokstinginum um vikuskiftið vóru fólk úr øllum valdømum, sum tað áður kallaðist, møtt. Og her var møguleiki at gera vart við síni sjónarmið, eisini við lokalum atliti.
Árni Brattaberg hevur verið á slíkum flokstingum mangan áður. Her hittir hann fólk úr øllum landinum, og her hittir hann ikki minst fólk, ið hava somu politisku hugsjón sum hann.
Hjá honum, sum hjá so mongum øðrum sum vóru í Vestmanna um vikuskiftið, er tað helst so, sum mangan hevur verið tikið til, at “í hjørtum okkara býr frælsi”.
Árni lýsir hetta hugtakið við egnum orðum:
- Tá man altíð hevur havt eitt arbeiði sum sjálvstøðugur vinnurekandi, so er tað í míni verð ein sjálvfylgja, at tú eisini hevur eitt sjálvstøðugt land.
- Ja, hetta merkir stutt sagt, at ein má klára seg sjálvan. Í míni verð er eingin ivi um tað, slær hann fast.
Frammanundan hesum flokstinginum hevur hann luttikið á út ímóti 20 flokstingum.
Fullveldissamgongan
Í føroyska samfelagnum er tað so, at áhugin fyri politiskum arbeiði innnanfloks hevur verið bæði upp og niður.
- Eg havi verið á flokstingum við fáum fólkum. Eg havi eisini verið á flokstingum, har sera nógv fólk var og har vit høvdu sera lívlig orðaskifti, greiðir hann frá.
Serliga væl minnist hann flokstingið, sum varð hildið í 1998, í samband við løgtingsvalið hetta árið. Hetta var eitt sera týðandi ár hjá Tjóðveldisflokkinum, sum hann kallaðist tá, eins og flokkurin fekk eitt gott valúrslit.
Eftir valið kom haraftrat eitt systemskifti innan føroyskan politikk, tá tann sonevnda Fullveldissamgongan varð skipað.
- Tað var líkasum, at øll tey, sum høvdu stríðst og arbeitt fyri hesum í mong ár frammanundan, fingu nú eina vón um, at vit umsíðir fóru at fáa fullveldi.
- Tað vóru røddir frammi tá sum søgdu, at um 12 ár - so verður tað. Tá hava vit fingið eina tillaging, har vit hava ein sjálvberandi búskap. Og tað er altso her, at vit eru beint nú, greiðir Árni íðin frá.
Hann leggur dent á, at allir føroyingar taka undir við at vit skulu hava ein sjálvberandi búskap.
- So her eru vit føroyingar als ikki ósamdir, slær hann fast.
Vaksandi eldhugur
Nú Árni er komin nakað til árs, minnist hann aftur á nógv góð floksting og tey ídnu fólkini, sum tóku orðið. Hesi fólkini høvdu veruliga nakað at berjast fyri.
Fyri tey hevði tað einki at siga, um flokstingið var í Suðuroy, Norðoyggjum ella í Havn. Tey løgdu alt annað til viks fyri at møta øðrum, sum stríddist fyri tí sama.
- Fleiri teirra eru farin í dag. Men eftir tey stendur kortini eitt minni um nøkur, ið stríddust fyri sjálvstýrissakini, sigur Árni.
Føroyar hava enn ikki fingið fullveldi, men Árni hevur kortini merkt rættiliga týðiliga, at eldhugin hjá fólki fyri sakini er aftur vaksandi.
Tjóðveldisflokkurin hevði í síni tíð stóra ávirkan á landsins politikk, kanska mest í teimum samgongunum sum sótu frá 1998 og fram til 2004. Nú er so spurningurin, um tað fer at eydnast aftur - og nær.
- Í dag er trupult at meta um, hvørjar møguleikar flokkurin hevur fyri at koma í samgongu. Nú er alt so turbulent, slær hann fast.
Fáa vit loysing um 10 ár?
Tann stóri spurningurin í barminum hjá øllum loysingarfólkum er, nær ið føroyskt fullveldi kann setast á stovn.
Árni Brattaberg fekk eisini henda spurningin settan. Og hann lýsti hetta út frá eini vitjan, ið hann sjálvur var á í Grønlandi fyri 10 árum síðani.
Hann var á á skeiði har og undirvísti fólki í, hvussu ein kann spinna burtur ur moskus-ull. Stigtakari til skeiðið var fyrrverandi skrivstovustjórin í grønlendska heimastýrinum, listamaðurin og skaparin av grønlendska flagginum, tann nú 70 ára gamli Føroyavinurin, Thue Christiansen.
Við hann gjørdi Árna Brattaberg ein vedding tá í 2000:
- Thue pástóð tá, at tað fór at taka 20 ár hjá grønlendingum at fáa sjálvstýri. “Ogtá vilja tit í Føroyum framvegis ikki hava sjálvstýri”, segði hann.
- Nú mangla so 10 ár í. So nú verður spennandi at vita, hvør fer at vinna veddingina - Thue ella eg, sigur Árni brosandi.