LIVA - sum ongantíð áður

- Her er nærum alt sum hóvar kvinnum og monnum í Føroyum. Vit hava roynt at gjørt eitt tiltak har lívstílur, góðska og heilsa eru vørumerkini, ið seta dám á stevnuna, siga tær báðar Olga og Jóngerð Biskopstø, sum um fáar tímar eru klárar at taka ímóti gestum frá øllum landinum, tá dyrnar lata upp kl 13.00 leygardagin.

Seinasta hond verður nú løgd á verkið. Tað verður rokast við at prýða og seta básar upp í badmintonhøllini í Klaksvík, sum í morgin verður karmur um LIVA ársins heilsu og vælverutiltak.

- Málið við LIVA er at bjóða upplivingar, ið geva vælveru, kunnleika og lívshug til menn og kvinnur í øllum aldri. Og sambært fyrireikarunum, so hevur dagurin eina sera spennandi skrá, har millum annað áhugaverdir fyrilestrar og góður livandi tónleikur kemur at seta dám á dagin. Eisini eru kunnandi básar á staðnum, sum bjóða tað besta fram innan vørur og tænastur kring alt landið. Endamálið er, at allur kroppurin skal fáa sítt, bæði sinn og skinn. Tilboðini verða mong. Fólk kunnu kanna eygu, oyru, hjartað, blóðtrýst og húðina. Nógvar spennandi smakkroyndir verða. Møguleikin at lata seg kveikja, hvat ið persónligum stíli, innrætting av heimi ella komforti viðvíkur verða eisini tilstaðar í Klaksvík um vikuskiftið.

- Tað er nú fólk kunnu taka ímóti góðum ráðum. Og tað er nú vit skulu liva, siga fyrireikararnir, sum bjóða inn til stóru vælveru- og lívsstílsstevnuna í Klaksvík í morgin.