Liva longri og hava tað betri

Á nógvum økjum eru tey eldru í Havn ein fyrimynd fyri aðrar borgarar

Vit liva longri, men málið má vera, at vit skulu eisini hava tað betri.

Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, tá ið hann setti eldradagin í morgun.

 

Í ár er evnið á eldradegnum  at vit skulu hava eitt samfelag fyri øll og at eingin skal vera uttanfyri.

Í hesum samandi heldur hann, at tað er hugaligt at tríva í gallupkanningina, sum eldraráðið gjørdi fyrr í vár, og sum vísir, at aldursbólkurin millum 60 og 75 í Tórshavnar kommunu er sera væl fyri bæði bústaðarliga, sosialt, likamsliga- og sálarliga.

- Hesi eru eisini mest nøgd og á mongum økjum ein fyrimynd fyri aðrar aldursbólkar.

 

- Hetta ber eisini boð um, at í øllum førum hesin yngri parturin av teimum eldru, tey um pensjóneringssaldur, kenna seg sum virknan part av samfelagnum.

 

- Einki er at ivast í, at tilvitskan hjá teim 60-75 ára gomlu um sjálvi at taka ábyrgd fyri lívi og heilsu er munandi sterkari enn fyri einum ættarliði síðan.

- Tey flestu røra seg fleiri ferðir um vikuna. Ganga, svimja og gera fimleik, ja, so nógv, at Gallupkanningin vísir, at hesi eldru lutfalsliga røra seg nógv meira enn alt Føroya fólk sum heild.

 

Men borgarstjórin heldur eisini, at tað broytta lívsmynsturið setir størri krøv til tað almenna og kommunurnar.

 

- Tað er ein avbjóðing fyri kommununa at skapa røttu karmarnar til eldru borgararnar.

- Tað er tí við gleði vit síggja, at okkara eldru veruliga taka ímóti avbjóðingunum og fylla karmarnar,

 

Hann er eisini sannførdur um, at kommunan er væl fyrireikað at taka ímóti eldraøkinum á nýggjárinum og sum liður í fyrireikingunum hevur býráðið orðað ein eldrapolitikk við yvirskriftini “Virkin og vakin – alt lívið”.

 

Sí nógv fleiri myndir frá eldradegnum við at trýsta HER

 

- Har verður m.a. staðfest, at borgarar, sum eru komnir upp í árini, eru eitt tilfeingi, sum við tilboðum og átøkum verður røkt við somu virðing sum aðrir aldursflokkar, segði Heðin Mortensen.