Tað var eitt ódnartak í 1980, tá ið farið varð undir fyrireikingarnar til at byggja røktar- og umlættingarheimið Lágargarð í Havn.
Tørvurin á røktarplássum í Suðurstreymoy var ovurhonds stórur, og umstøðurnar á røktardeildini á Landssjúkrahúsinum vóru vánaligar.
Hóast ongar politiskar ætlanir vóru um at byggja eldraheim, vóru nakrar eldsálir, sum ikki vildu bara lata standa til.
Starvsfólk á røktardeildini og á B8 á Landssjúkrahúsinum fór undir at savna pening inn, og ein long røð av tiltøkum vóru til frama fyri heimið.
30. september 1987 fluttu tvey tey fyrstu fólkini inn á Lágargarð at búgva. Og 14 aftrat fluttu inn so við og við í Heimarustovu. Árið eftir lótu hinar deildirnar upp, og fleiri kundu flyta inn.
Ein broyting frá tá til nú er, at fólkini eru eldri, tá ið tey koma inn at búgva.
Miðalaldurin i fjør var 86,9 ár, og elsta fólkið nú er 103 ár. Eitt fólk hevur búð á Lágargarði øll 25 árini.
Hesi árini hava yvir 1000 fólk antin búð ella verið til umlætting á Lágargarði.
Nógvir pensjonistar koma regluliga í virkis- og venjingarstovuna, sum langur bíðilisti er til.
Lágargarður ger eisini døgurður til pensjonistar, sum búgva heima, og til aðrar stovnar í økinum. Umleið 140 fólk hava gleði av hesi tænastu.
Á Lágargarði uppliva tey, at nógv eldri fólk blomstra, tá ið tey eru komin inn og eru fallin til. Tað kemur millum annað av, at matarlysturin batnar, tá ið tey eru saman við øðrum í staðin fyri at sita einsamøll heima og eta.
Men fyri tað um húsfólkini eru fleiri, noyðast tey ikki altíð at vera saman. Hava tey hug at vera fyri seg sjálv, kunnu tey altíð fara inn á kamar sítt og lata hurðina aftur, sigur Meta av Fløtum, leiðari.
Hon ivast ikki í, at Lágargarður telist millum tey bestu røktar- og umlættingarheimini.
Í sambandi við ársdagin hevði Lágargarður opið hús í gjár.