Næsta ár verða tað, summi av teimum, sum fáa forsorg, sum ikki hava meiri enn 500 krónur liva fyri um mánaðin.
Tað er ein avleiðing av broytingunum í forsorgarlógini, sum Løgtingið hevur samtykt og sum koma í gildi á nýggjárinum.
Jóna Mortensen, tingkvinna hevur spurt Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, hvat hon ætlar at gera við hesa støðuna.
Tingkvinnan vísti eitt ítøkiligt dømi frá eini konu, sum nú fær 8.934 krónur um mánaðin, skattafrítt í forsorgarhjálp.
Tá ið húsaleiga og annað er goldið, hevur hon 4000 krónur eftir at liva fyri um mánaðin.
Men eftir nýggjár fer hon hon at fáa 6.306 krónur um mánaðin. Men síðani skal hon rinda skatt av pengunum og tá ið alt er drigið frá, hevur hon bara 500 krónur eftir at liva fyri um mánaðin.
- Hetta má í hvussu so er steðgast og eg eri í hvussu so er ikki við, um so er at hetta ikki verður broytt, staðfesti Jóna Mortensen.
Annika Olsen sigur, at síðani tað kom fram, at summi fóru at detta heilt niður ímillum av broytingunum, sum eru gjørdar, hevur hon biðið Almannastovan gera nágreiniligar útrokningar av, hvussu broytingarnar fara hvønn enstakan bólka av teimum, sum fáa forsorgarhjálp, bæði stakir, uppihaldarar o.s.fr.
- Eg havi biðið Almannastovuni tosað við við hvønn einstakan av hesum fólkum at kanna møguleikan fyri at fáa tey virkin aftur, so at tey fáa nakað at fara upp til um morgnarnar aftur og eitt veruligt innihald í lívið aftur.
Men hini mugu so loftast, legði hon afturat.
Nógvir tinglimir úr fleiri flokkum søgdu sína meining um málið og nógvir tinglimir, bæði í andstøðu og samgongu, vóru rættiliga illa við av, at broytingarnar fara at fáa so ógvusligar avleiðingar.
Yvirhøvur var sjónarmiðið, at tey høvdu tikið undir við málinum við teirri fortreyt, at upplýsingarnar um, at ongin fór at koma illa fyri av hesum, vóru rættir.