Liva-Festivalurin verður aftur komandi ár

Liva-Festivalurin 2014 er nú farin afturum og fyrireikarir kunnu líta aftur á eitt væleydnað vikuskifti á Sevmýri.

Liva-Festivalurin 2014 er nú farin afturum og vit fyrireikarar kunnu líta aftur á eitt sera væl eydnað vikuskifti á Sevmýri.

Soleiðis siga fyrireikararnir av Liva-festivalinum í tíðindaskrivi.

 
Veðrið vísti seg frá síni bestu síðu og høvdu vit nakrar einastandandi góðar framførslur á stóra pallinum. 

Fyri stóru og væl uppløgdu fjøldini framførdu eitt nú íslendsku the Vintage Caravan fríggjakvøldið og tóku teir áhoyrararnar á bóli við einari framførslu í heimsklassa. Lmirnir í bólkinum hava spælt saman síðan teir vóru 15 ára gamlir og bæði sást og hoyrdist tað, at hesir vistu hvat skuldi til fyri at fáa fjøldina upp at kóka. 

Fríggjakvøldið kundi eisini bjóða fjøldini eina forkunnuga framførslu frá navnframu The Dreams, ið hava megnað at sligið sítt navn fast uttanlanda eisini - einamest í Danmark. Bólkurin er sjálvandi væl kendur her á klettunum og var tað ein livandi løta har áhoyrararnir ordiliga vóru í essinum og sungu og dansaðu við til væl kendu løgini. 

Kvøldið endaði við einum sonnum braki, tá føroysku Swangah fullkomuliga yvirtóku showið við einari framførslu, sum uttan iva hevur órógvað seismikkin hjá skipunum, ið um sama mundi skutu seismikk við Suðuroynna! Hørðu tónarnir rungaðu um allan býin og fjøldin, ung sum gomul, livdi seg fullkomuliga inn í lívligu upptraðkanina frá ungu havnamonnunum. 

Leygardagin vísti veðurgudarnir seg enn einaferð fra´síni bestu síðu og sólin skein oman og niðan. Framførslur vóru frá Hanus G, Eyðun Nolsøe, Hans Jacob & Vinmenn, Byrta, Vágaverk, Mike Tramp, Black Ingvars og øðrum. Mike Tramp er nokk tann mest kendi av hesum og minnast nógv hann frá tíðini úr White Lion, ið millum annað gav út heimskenda lagið "When the children cry". Tó vilja vit serliga framhevja svensku Black Ingvars, ið er ein sokallaður kult-bólkur, ið ger nýinnspælingar av kendum løgum á sín heilt serliga, stuttliga hátt. Teir løgdu fullkomuliga fjøldina fyri sínar føtur við einari framførslu til UG. Ljóðið var fantastiskt og tað hoyrdist hvussu væl samanspældir teir vóru - ALT riggaði hjá teimum og Plenan rokkaði veruliga hesa løtu! 

Hetta væl eydnaða kvøldið varð endað við dansi fyri yngra ættarliðinum í tjaldinum á Plenuni, har Eyðun Nolsøe Band stóð fyri undirhaldinum og fyri tey "eldru" í Borgini, har Hans Jacob & Vinmenn borðreiddu við góðum dansitónleiki. 

Alt í alt tveir fantastiska væl eydnaðir dagar á Sevmýri. Uppgávan var stór at fara undir, tí hetta er størsta, einstaka tónleikatiltakið í Suðuroynni nakrantíð. Uttan iva eru ting, ið vit kunnu gera betur, men tað heldur okkum ikki aftur - Liva-festivalurin verður aftur í 2015 og miða vit ímóti at gera hann enn betur og størri. Suðuroyggin eigur at hava ein festival og økið finst ikki betur enn júst á Sevmýri. Sigast kann eisini, at vit longu hava tikið upp samband við fleiri spennandi útlendsk og føroysk tónleikanøvn. 

Vit vilja takka tónleikarum, hjálparfólki og ikki minst áhoyrarunum, fyri at hava gjørt hetta frálíka summarvikuskiftið á Tvøroyri, ógloymandi! Tað er tykkum at takka, at vit hava hug til at endurtaka tiltakið og gera tað enn betur komandi ár, siga fyrieikararnir í tíðindaskrivi.