Liva av tí almenna

Tøl hjá donsku hagstovuni vísa, at umleið 880.000 danir liva av pengum frá tí almenna. Tað svarar til fjórða hvønn dana ímillum 18 og 66 ár, og tá er stuðulin til tey lesandi ikki taldur við.

Kortini eru tey, sum liva av almennum stuðuli, færri í tali nú enn fyri tíggju árum síðani, skrivar Politiken. Í 1995 livdu 28 prosent av teimum, sum vóru ímillum 18 og 66 ár, av almennum stuðuli, men tá arbeiðsloysið fór at minka í seinnu helvt av nítiárunum, minkaði stuðulin frá tí almenna eisini.

Danskir búskaparfrøðingar hava kortini fremstafingur á lofti. Teir siga, at sjálvandi er tað gleðiligt, at færri liva av pengum frá tí almenna, men samstundis skal havast í huga, at tað verða færri og færri til at bera byrðarnar, og at talið á eldri fólki fer at veksa nógv í komandi árum.

-Tí er tað umráðandi, at fólk, sum í dag liva av almennum stuðuli, fáa eitt arbeiði ístaðin fyri, sigur búskaparfrøðingurin Thomas V. Pedersen við Politiken.