Aftaná Kular Røtur hevði undirhildið, og Xperiment hevði framført, var eitt hol í festivalskránni upp á smáar tveir tímar. Kanska er tað fótbóltsdysturin millum KÍ og ÍF, sum er orsøkin til tað.
Kl. 17 var tað Holgar og Tórfríð, sum framførdu á Torginum sum tey fyrstu aftaná steðgin. Um lítla løtu verður fyrsta framførslan av Stóra palli. Tá verður tað nevniliga Bros, ið fer at syngja. Bros er mannaður av tingmanninum, Jógvan á Lakjuni, og syni hansara, Bárður á Lakjuni. Tann yngri Lakjumaðurin er umframt kendur úr Bros eisini kendur úr bólkunum SALT og TOS.
Fólk er við at koma oman á festivaløkið. Enn merkist tað, at tað er tíðliga upp á dagin, men um tað verður sum í gjár, so verður tað væntandi kjokkfult av fólki um ikki so langa tíð.
Veðrið er gott. Tað vil siga turt, og veðurforsøgnirnar siga frá turrum veðri meginpartin av kvøldinum. Í kvøld verður tað, at danska legendan, Kim Larsen, fer á pall. Tað verður kl. 23 á Vágsbøi.