Leingi hava Vit havnafólk hildið okkum verið einsamøll á hesum oyggjum, men kl. 16.34 týsdagin kundu vísindamenn við vissu staðfesta, at lív er uttanfyri Havnina.
Tað skapti mikla øsing millum havnafólk, tá menn, sum leygardagin høvdu verið norðanfyri eftir havhestaungum, kundu siga frá, at teir úr báti høvdu sæð livandi verur ganga uppi á landi norðanfyri. Sjálvt um teir vóru uml. ein heilan fjórðing úr landi, kundu teir við vissu vátta, at tað, ið teir sóu, vóru livandi verur - verur, sum líktust nógv vanligum fólkum.
Og í gjár kl. 16.34, eftir at vísindamenn høvdu kanna málið, kundu teir vátta tíðindini - lív er uttan fyri Havnina!!!
Vísindamenn eru nú farnir at kanna restina av oyggjunum. Ikki kann við vissu sigast, um lív eisini er har, men teir siga í stuttum tíðindaskrivi, at av tí at lív nú er funnið í Norðoyggjum, er ikki heilt ómøguligt, at lív eisini finnist á eitt nú Sandoynni og Suðuroynni. Vísindamenninir leggja afturat, at sjálvt um heta eru verur, sum líkjast nógv menniskjum, mugu vit ikki gloyma, at hetta er eitt sera primitivt fólkaslag, sum einans livir av fiski og tí sum fjøllini geva.
Útvarp- og sjónvarpsstjórin siga í stuttari viðmerking, at nú lív er funnið uttan fyri Havnina, og alt bendir á, at hetta eru verur, sum minna nógv um vanlig menniskjur, er ikki heilt ómøguligt, at útvarpið og sjónvarpið í framtíðini far at senda úr hesum støðum.