Tað var av tilvild, at Lív Jákupsdóttir Ryggshamar kom í hóslag við rapparan Tjalfe Track.
– Eg møtti damuni hjá honum, og tað var hon, sum segði mær, at hann manglaði eina sangarinnu til eitt rapplag, sigur Lív Jákupsdóttir Ryggshamar, sum sjálv hevur skrivað niðurlagið á rapp-sanginum, sum hon sjálv syngur.
Videolagið sæst VIÐ AT TRÝSTA HER
Við at trýsta á pílin undir myndir ber til at hoyra samrøðu, sum Rás2 gjørdi við Lív Jákupsdóttir Ryggshamar í morgun.