Nýggj bók kemur í hesum døgum út á føroyska marknaðin. Hon eitur ?Liv sigrandi í Kristusi?. Skrivað hevur Fríðtór Debes. Bókin er 42 blaðsíður og kostar 70 kr. Fæst í flestu bókhandlum í landinum. Hestprent hevur staðið fyri prentingini.
Tað er onki at ivast í, at evnið í hesi bók, ið her verður viðgjørt, er av alstórum týdningi fyri okkum. At vit øll, ið hava gjørt Jesus Kristus til Harra okkara, kunnu liva eitt sigrandi lív í gerandisdegnum, er Nýggja Testamentið besta boð uppá.
Bókin er deild upp í 4 kapittlar, ið allir viðgera ymisk evnir. Hon byrjar við orðunum ?vakna, tú, ið svevur? fyri at vakja okkum øll andaliga. Undirtónin er, at nógv kristin byrja væl andaliga og eru brennandi eina tíð, men sum frá líður, kølna tey meira og meira. Í veruleikanum er hesin kapittulin eitt ávaringarróp til okkum øll, um at vakna úr dvala!
Síðani heldur bókin fram við at nevna 3 ting, ið kunnu hjálpa okkum í andaligu gongdini fram eftir.
Sum tað fyrsta, verður dentur lagdur á at geva Orði Guds fyrsta plássið í lívi okkara, og hvønn týdning hetta hevur fyri okkum. Bíblian er bókanna bók og eigur at verða kærasta og dýrabarasta bókin í lívi okkara.
Harnæst verður tosað um týdningin, sum bøn hevur í okkara kristna lívi. Tað er ein rúgva av fólki, ið als ikki biður og er tað í veruleikanum sera løgið, tí bønin í lívi okkara er andadráttur okkara. Uttan andadrátt doyggja vit ? júst á sama hátt doyggja vit andaliga um vit ikki biðja!
Fyri tað triðja, so verða vit eggjaði at lata Heilaga Andan leiða okkum dagliga ? í øllum lívsins viðurskiftum. Hann er ein spennandi persónur, ið tú og eg eiga at koma at kenna betur. Hann skal leiða okkum inn í allan sannleikan.










