Lív og Ringsted vunnu annan dystin á rað

Aftaná fimm tap í fimm teimum fyrstu dystunum gongur betri nú hjá TMS Ringsted í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Mynd: TMS Ringsted

Landsliðsleikarin, Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í TMS Ringsted í næstbestu donsku hondbóltsdeildini fingu eina ringa byrjan upp á kappingina við fimm tapum fyrstu fimm dystirnar.

 

Men seinasta vikuskiftið bragdaði hjá Ringsted, tá tær á heimavølli vunnu 25-23 (12-12) á Fredricia.

 

Í dag gekk aftur væl hjá Ringsted, ið vann 28-24 á Ejstrup/Hærvejen á útivølli. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

Lív skoraði trý mál.

 

Ringsted er nummar 10 og triðaftast í deildini við fýra stigum fyri sjey dystir. Fredericia og Aalborg HK liggja aftast við ongum stigi. 

 

Komandi leygardag tekur Ringsted móti Aalborg HK á heimavølli, og tá skuldi verið góður møguleiki fyri enn einum sigri til Ringsted. 

 

 

 

Mynd: TMS Ringsted