Byrgingin, sum kom um Haraldsund miðskeiðis í áttatiárunum og sum gjørdi, at landafast bleiv millum Kunoynna og Borðoynna, var ein fyribilsloysn, sum seinni skuldi dagførast.
- Men, her er at kalla einki gjørt, og tryggleikin at ferðast eftir byrgingini á flóð og í hørðum høgættarstormi á vetrardegi er als ikki nøktandi.
Borgarstjórin í Kunoyar kommunu, Meiken Sólheyg Michaelsen, vísir á, at tað ikki er so sjáldan, at fólk halda seg aftur - ella mugu passa sær løtur - at fara um byrgingina í ringum líkindum.
- Tað er skjótt, at onkur steinur, reki, tunna ella kanska fiskakassi kann koma sleingjandi upp um byrgingina og verða til ampa. Landsverk eru skjótir at rudda, tá soleiðis er, men farleiðin er ikki nóg trygg hjá okkum, sum dagliga ferðast um byrgingina.
Maiken Sólheyg Michaelsen sigur, at tað, sum kunoyingar í fyrsta lagi ynskja, er ein dagførd farleið, soleiðis at fólk ikki seta lív og heilsu í váða við at koyra eftir byrgingini í ringum líkindum á vetrardegi.
- Vit ynskja stutt og greitt eina tryggari farleið enn hana, vit hava í dag, sigur borgarstjórin í Kunoyar kommunu.