Lív Karlamagnusar á føroyskum

Eilif Samuelsen hevur týtt bókina úr svenskum.

Í hesi vikuni gevur Forlagið HEMLIÐ út eina lítla bók um lív Karlamagnusar.

 

Flestu føroyingar munnu kenna navnið Karlamagnus - um ikki annað so av tí nógv umtalaðu breytini uppi í Hoyvík, sum hevur fingið navn eftir honum.

 

Karl hin Mikli er eisini kendur ígjøgnum kvæðini um brøgd hansara á vígvøllinum og tólvjavningarnar við Ólivanti, sum blásti í hornið, tá teir vóru komnir í tronga í Runsivali.

 

Tað er munkurin Einhard, skrivari og næsti ráðgevi Karls, sum eftir deyða hansara skrivaði lívssøgu hansara: Vita Caroli Magni.

 

Eilif Samuelsen hevur týtt bókina úr svenskum.

 

Forlagið HEMLIÐ gevur út klassikarar í heimsbókmentum og hevur higartil givið út 19 bøkur. Yvirlit yvir allar bøkurnar sæst á hemlid.fo

 

##med2##