Bjargingarbáturin, Rescue Lív er nú tikin úr sigling í tríggjar vikur.
Bjargingarfelagið sigur, at Rescue Lív er farin í dokk í dag og hann verður settur í tænastu aftur 8.februar.
Rescue Lív er í dokk einaferð um árið fyri at gera ymisk viðlíkahaldsarbeiði, tað er manningin sjálv sum tekur sær av hesum arbeiðið og er alt arbeiðið sjálvboðið.
Annars hevur manningin eisini verið á skeið hjá Reyða krossi í fyrstuhjálp, haðani myndin er.
Á skeiðnum varð undirvíst í grundleggjandi fyrstuhjálp, og so seinapartin var ein venjing saman við samarittinum, og manning frá Norðoyða Bjargingarfelag.
Hvørt ár dagførir Reyði krossur fyrstuhjálpini fyri manningini á Rescue Lív, sigur Bjargingarfelagið.