Tað merkist væl á Jersey, at oyggleikirnir byrja sunnudagin. Ein rúgva av fólki var eftir gongugøtuni í St. Helier seinnapartin. Har av nógvir føroyskir og útlendskir íðkarar, sum sunnudagin veruliga skulu í eldin í teimum ymsu ítróttargreinunum.
St. Helier er høvuðsstaðurin á Jersey, og í høvuðsstaðnum búgva á leið 28.000 fólk.
Niðanfyri ber til at síggja eina rúgvu av myndum, sum okkara myndamaður, Sigmar Mørkøre, hevur tikið. Á myndunum eru bæði stemningsmyndir úr býnum, og eisini aðrar, har til ber at síggja landslagið á Jersey.
Oyggjaleikirnir 2015 byrja sum sagt sunnudagin.