LÍV eigur at selja partabrøvini í oljuvinnuni

Eg stilli upp til umboðsráðsvalið hjá LÍV, tí eg meini, at LÍV eigur og kann vísa enn størri samfelagsatlit og taka ein aktivari lut í grøna orkuskiftinum.

 

Veðurlagskreppan hoyrir ikki bert framtíðini til, vit liva í henni. Hvør heimspartur merkir longu ógvusligu avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum, og í fleiri førum hevur Global Risk Report listað vantandi veðurlagsátøk millum 5 tær størstu hóttanirnar ímóti samfelagsstabiliteti.

 

Vit hava tørv á, at øll taka lut í grøna orkuskiftinum, eisini tryggingar- og pensjónsfeløg. Tað er av størsta týdningi, at íløgur tey komandi árini eru við til at tryggja okkum eina grøna, rættvísa og liviliga framtíð heldur enn at fasthalda okkum í eini skipan, sum er tongd at kolvetni. Ein tann størsta avgerð LÍV kann taka nú er tí at taka allan pening úr olju-, kol og gassvinnuni.

 

LÍV hevur í nýggjari tíð gjørt íløgur í framleiðslu av varandi orku og er hugað at luttaka í bústaðarverkætlanum og hevur við hesum víst samfelagsatlit. Hetta er gott. LÍV kann gera so nógv annað aftrat fyri at vísa veruligt samfelagsatlit, og sum ein enn aktivari viðspælari í grøna orkuskiftinum, eigur LÍV at

 

- selja síni partabrøv í kolvetnisvinnuni

 

- gera tað gjørligt hjá sínum viðskiftafólkum at velja íløgur í kolvetni frá

 

- seta átøk í verk fyri at minka CO2 útlátið niður í 0 í 2030

 

- gerast partur av loysnini og ikki trupulleikanum

 

Allir kundar í LÍV kunnu atkvøða til og við tann 30. januar. Verði eg vald, fer peningurin, ið sessurin gevur, til Veðurlagslóg Nú!