Tað sigur Jan Jakobsen, stjóri í lívstryggingarfelagnum Lív við Kringvarpið í sambandi við, at tryggingarfelagið er farið at byggja ein nýggjan skrivstovubygning uppi á Óðinshædd oman fyri Boðanes í Havn.
Tryggingarfegalið hevur – síðani tað var stovnað í 1966 – hildið til í Quillingsgarði í Kopargøtu í Havn.
Tað var byggifeelagið hjá Jóan Petur Vang, sum átti stykkið, har hann hevði í umbúna at byggja eitt hotell.
Les eisini: Hetta verður nýggja hotellið á Óðinshædd
##med2##
Men tann ætlanin er slept, tí sambært Jóan Peturi Vang er framtíðin í hotelvinnuni so óviss.
Tí hevur hann selt felagið, sum átti grundøkið, til Lív – sum nú skal hava nýtt høvuðssæti á staðnum.