Tiltikna kjøtkvøldið, sum Hotel Føroyar hevur skipað fyri nú fleiri ár á rað, verður aftur komandi leygarkvøld.
Aftur í ár verður borðreitt við góðum kjøti ymsastaðnis úr landinum, og eftir at gestirnir hava roynt føroyska kjøtið, verður skipað fyri almennum dansi á hotellinum.
Tað verður eingin annar enn føroyski dansibands-kongurin, Hans Jacob Hjelm, úr Vági, sum saman við sínum vinmonnum fer at spæla til góðan dansin á Hotel Føroyum leygarkvøldið.
Enn er stóra kjøtkvøldið ikki fullteknað, og til ber at venda sær til Hotel Føroyar og melda til.










