Tað er í morgin - sunnudagin hin 8. desember klokkan 11 - at sonevnd liturgisk gudstænasta verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum.
Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni fer at luttaka við kórsangi, og níggju lestrar verða lisnir.
Tað er Michael Jóhan Heinesen, sum er kórleiðari, og Martin R. Jacobsen spælir á klaver.
Umframt teir níggju lestrarnar, kórsang hjá Kirkjukórinum, verður eisini felags sálmasangur í Fríðrikskirkjuni í morgin.