Torbjørn Jacobsen heldur tað vera undarligt, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hvørja ferð ein broyting er í oljuprísinum noyðist niðan í tingið at biðja sær eykajáttan.
- Tað ber ikki til, at mann blívur við at brúka krónutøl, tá mann tosar um olju. Mann skuldi heldur gjørt eina skipan, soleiðis, at ein játtan var givin í litrum. Tí tá árið byrjar, er mann klárur yvir, hvussu nógvir litrar skulu til, men tað er ongin møguleiki fyri at vita, hvussu oljuprísurin verður, sigur Torbjørn Jacobsen. Hann leggur tó afturat, at hetta er eitt uppskot, hann helst ikki fer at leggja fram.
- Eg fái illa nakað ígjøgnum. Tað ber illa til hjá einum í andstøðu at leggja eitt tílíkt uppskot fram, men eg haldi absolutt, at hetta er nakað vit mugu tosa saman um í flokkunum til eina komandi fíggjarlóg, sigur Torbjørn Jacobsen. Skipini hann tosar um, eru tey hjá Strandferðsluni, Fiskiveiðieftirlitinum og hjá Fiskirannsóknarstovuni.
Í samband við Tjaldrið og Brimil metir Tórbjørn Jacobsen, at tey í ár hava eina nøktandi játtan, um oljuprísurin ikki eksploderar.










