Litríkur rotinskapur í Kairo

Gjøgnum vindeyguni í Yacoubians húsi sleppa lesararnir at kaga inn í eitt egyptiskt samfelag, har rotinskapur og lívsgleði vagga saman í síni egnu sjarmerandi rútmu


Ein av mest umrøddu bókunum úr arabiska heiminum seinnu árini er ”Yacoubians Hus” eftir egyptiska høvundan Alaa al-Aswani. Søgan fer fram í 1990 árunum undir Golfkrígnum og er ein bítandi men sera undirhaldandi lýsing av dupultmoralska og korrupta egyptiska samfelagnum. 



Opið hús

Karmurin um søguna er Yacoubians hús, ein bygningur í 10 hæddum í miðbýnum í Kairo. Húsið er til í veruleikanum, men í bókini verður tað ímyndin av egyptiska samfelagnum og savnandi eind fyri eitt óvanliga litríkt og ymisktháttað gallarí av meir og minni orginalum typum, sum halda til í húsinum.

Sjálvt húsið er ikki minni merkisvert við sínum súlum úr marmor og glæsiligu svalum. Upprunaliga vóru marglætisíbúðirnar í húsinum ætlaðar ríkum útlendingum, men eftir egyptiska kvettið í 1952, flýddu teir flestu av teimum av landinum. Sostatt stóð Yacoubians hús opið fyri lokalum íbúgvum og ikki minst fyri undirhaldandi søguni hjá Alaa al-Aswani.

Á ovastu hædd hevur ein fjøld av fátækum arbeiðararum hersett tey umleið 50 lagurrúmini og umskapað hæddina til eitt slag av slummi. Á hinum hæddunum húsast alt slag av fólki, frá gjeikarum, pútudevlum og listafólkum til blaðstjórar, businessmenn og aristiokratar, sum hava sæð betri dagar. Eisini er onkur víðgongdur islamskur yvirgangsmaður at hitta í eini av íbúðunum. 



Rotinskapur og lívsgleði

Sum frá líður tvinnast lagnurnar hjá hesum litríka harkaliði saman, sum oftast fyri at avdúka eitt stættarbýtt og korrupt samfelag, har tey ríku útnytta tey fátæku, har vina- og kenningapolitikkur telur meir enn førleikar og har ungdómsins idealisma brádliga umskapast til vandamikla fundamentalismu.

Men træðrirnir, ið binda hesi menniskjuni saman, eru ikki allir bara rotnir. Kanska eru teir í veruleikanum ofta serliga sterkir, har teir vísa, at lívsgleðin, blíðskapurin og kærleikin eru líka týðandi eyðkenni fyri hetta samfelagið, sum rotinskapurin. Onkursvegna fær høvundurin hesi bæði at vagga lið um lið í eini tølandi rútmu, sum geva bókini eina serstaka kyniska sjarmu og hava gjørt hana til metseljara kring allan heimin.