Litríkt og øðrvísi hár til summarið

Prátið gongur lættliga og avkubbað hár dala í stinnum streymum niður á gólvið í Salong Afrodite í Klaksvík, har tey nú veruliga eru farin at merkja, at Summarfestivalurin verður um vikuskiftið

Tað eru ikki bert fyrireikararnir av sjálvum Summarfestivalinum, sum hava hendurnar fullar hesa vikuna. Á Salong Afrodite mitt í Klaksvík er telefonstormur, nú allir skallarnir skulu snøggast til undan festivalinum.

Í nýggju og snotiligu hølunum mitt í býnum eru nógvir saksar í sving í senn, men hóast klipt verður við fullari ferð, er gjørligt at fáa orðið á hárfríðkanarkvinnurnar, sum eru vanar við at práta meðan tær klippa.

Spurd, um tær hava nógv at gera uppundir Summarfestivalin, svarar Jóna Eydnugarð, ein av trimum eigarum av salongini, at tær hava úr at gera, og at telefonin ringir alla tíðina.

- Her er nokk at gera undan festivalinum, og fólk ringja alla tíðina. Vit eru sjey fólk til arbeiðis, tríggir eigarar, tríggir lærlingar og eitt kontórfólk, og vit hava hendurnar fullar allan dagin, sigur Jóna Eydnugarð.

Arbeiðsdagarnir eru eisini longri enn vanligt á salongini, millum 10 og 12 tímar um dagin, og tað verða teir alla vikuna, greiðir Jóna Eydnugarð frá. Men tá vikuskiftið kemur, fara tær sjálvar á festival, so tá liggur saksurin.


Festivalhár og leysaprát

Nógv fólk nýta høvið til at fáa skallan snøggaðan, nú Summarfestivalurin er í hond. Men tað er ikki bara tann vanliga klippingin hesa tíðina. Jóna Eydnugarð heldur, at fólk eru við at koma í festivalhýrið nú, og tað merkja tey eisini inni á salongini.

- Fólk eru meira við uppá tað, og hárið skal verða farvuríkt og øðrvísi nú. Nógv vilja eisini hava hár sett uppí, og fólk eru meira villig til at royna okkurt annað, greiðir Jóna Eydnugarð frá, samstundis sum hon er við at leggja seinastu hondina á enn eina snotiliga klipping.

Meðan klipt verður, práta fólk sjálvandi, og seinastu vikurnar hevur prátið í stóran mun gingið um festivalin, bólkarnar, sum fara á pall, og kanska serliga nógv um veðrið á festivalinum.


Ikki bert klaksvíkingar

Vanliga er friðarligt á Salong Afrodite vikuna eftir Summarfestivalin, men soleiðs verður neyvan í ár. Longu næsta vikuskiftið er 100 ára hátíðarhald hjá Klaksvíkar Kommunu, og vikuskiftið eftir er Sjómannadagurin á skránni.

Jóna Eydnugarð væntar tí at tær fara at hava úr at gera eisini aftaná festivalin. Tískil verður talan um eitt langt og drúgt summar fyri hárfríðkanarkvinnurnar á Salong Afrodite.

Afturat teimum vanligu kundunum úr Klaksvík, eru eisini nógvir kundar úr Eysturoynni og kanska serliga Leirvík og Gøtu. Men afturat tí, so hava rættiliga nógv fólk úr Havn verið á gátt í summar.

- Fólk ringja so at siga allastaðni frá, og vit nokk at gera alt summarið, staðfestir Jóna Eydnugarð at enda.