Dimmalætting hevði grein á síðu 3 í mikudagsblaðnum, um eina álitiskreppu millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin innan býráðsgátt í Havn. Greinin er uttan iva áhugaverd at lesa, og kann geva fólki ta fatan, at Fólkaflokkurin er eitt lusk, og sostatt ikki til at lýta á. Høvuðsboðskapurin er at sáa iva um Fólkaflokkin, so sektin á, um rætt verður endurgivið í blaðnum. Eg skal ikki siga, at blaðmaðurin fer lætt um sannleikan, men áhugavert er, hvør hevur givið honum søguna, og hvussu søgan er søgd. Tveir býráðslimir verða nevndir, ið kunnu verða keldan til greinina, nevniliga Ronald Poulsen og Heðin Mortensen.
Greinin leggur upp til, at Fólkaflokkurin skal hava fríggjað til Sambands- og Sjálvstýrisflokkin í sambandi við fíggjarætlanina fyri komandi ár. Hetta er beinleiðis skeivt, vit hava als ikki havt nakrar samráðingar við áður nevndu flokkar, so hví teir siga so, kann ein bara gita sær til. Veruleikin er, at Fólkaflokkurin boðaði Tjóðveldisflokkinum frá, at vit ætlaðu at koma við uppskoti um:
1. At lækka skattaprosentið við einum %.
2. At hækka barnafrádráttin við 500 kr.
3. At fíggja hetta av innistandandi.
Vit boðaðu frá, at flokkurin vildi koma við skrivi til fíggjarnevndina við grundgevingum fyri okkara støðu. Hetta fyri at okkara próvgrundir (argument) kundu verða við í seinastu rundu í fíggjarnevndini, har vit ikki longur eru umboðað. Tjóðveldisflokkurin gav til kennar, at hann ikki var samdur við okkum í skattalækkingini.
Tíðin var ógvuliga knøpp, og fyri at spæla við opnum kortum fyri øllum býráðslimum - eisini meirilutanum í býráðnum - ringdi undirritaði til Ronald Poulsen og segði honum frá, at Fólkaflokkurin fór at hava skriv klárt til fíggjarnevndarfundin um støðu floksins um fíggjarætlanina. Eg bað hann bera boðini til restina av meirilutanum, og hesum játtaði hann at gera. Hatta er tað, ið verður kallað at fríggja aftan fyri ryggin av okkara samgongupartnara, Tjóðveldisflokkinum.
Hví so Heðin Mortensen úttalar seg fyri Dimmalætting um, at Fólkaflokkurin leitaði sær stuðul frá samgonguni, skilji eg als ikki. Mær vitandi hevur eingin úr Fólkaflokkinum tosað við hann um fíggjarætlanina, lækkan av skattaprosenti ella líknandi. Eisini sigur Heðin, at Fólkaflokkurin hevur eina trongd at markerað seg. Ja, har tosar hann av royndum!
At enda.
Eftir at hava lisið Dimmalætting ringdi undirritaði til Ronald Poulsen fyri at spyrja, um hann hevði fatað telefonsamrøðuna okkara ímillum sum samráðingar ella fríggjarí millum Fólkaflokkin og meirilutan ella partar av meirilutanum. Svarið var einfalt nei. Samrøðan var bert ein orientering um støðu Fólkafloksins til fíggjarætlanina og ein fráboðan um skrivið til fíggjarnevndina. Hvørki meira ella minni.
Vinarliga
Jan Christiansen, býráðslimur