Litirnir vóru øðrvísi í 1954

Ein sólarmyrking í mars og ein í juni hava náttúrliga ikki somu skyggandi litir í náttúruni.

Ein sólarmyrking í mars og ein í juni hava náttúrliga ikki somu skyggandi litir í náttúruni.

 

Tá full sólarmyrking var í Føroyum hin 30. juni í 1954 var at kalla hásummar, og nú vit høvdu sólarmyrking klokkan 9:40:12 í morgun er vár.

 

Um summarið eru, sum øllum kunnugt, bøur og hagi grøn á liti, og um várið er lendið meira gulligt.

 

Tað vísti seg eisini í morgun, tá tú hugdi undan ljósinum, ið dagaði fram aftur, at ljósið skygdi vakurt gulligt á liti.

 

Í morgun, tá in.fo hitti Tummas Løkjá á Sandi, sum nú hevur upplivað tvær sólarmyrkingar, helt hann fyri, at ljósið var øðrvísi rundan um sólarmyrkingina á sumri í 1954, enn tað var í morgun.

 

- Eg trúgvi, at tað er bøurin, sum er munurin, og tí vóru litirnir í fyrru sólarmyrkingini meira grønligir á liti, meðan lendið líka sum skygdi gulligt í morgun. Men, hetta var ein minst líka so vøkur sjón hesaferð sum hin 30. juni í 1954, sigur Tummas Løkja.

 

Viðhefta mynd er tikin á hæddini millum Sands bygd og Skálavík í morgun, tá tað byrjaði at lýsa í aftur eftir sera hugtakandi sólarmyrkingarløtuna.