Álitini útsett eina viku

Uttanlandsnevndin hevði eingi álit til fullveldismálið at bera landsstýrinum eftir fundin í gjár. Men um eina viku eru tey helst klár

Landsstýrið fekk einki álit frá uttanlandsnevndini um fullveldismálið í gjár. Nevndin hevði fund klokkan níggju gjáramorgunin, og tá skuldu nevndarumboðini fyri ymisku flokkarnar leggja kladdur sínar til álit fram. Tískil kundi eisini væntast, at landsstýrið fór at fáa álitini í gjár.

Tað bar kortini ikki til at koma so mikið langt áðrenn tingfundin klokkan ellivu, og gjørdi formaðurin í uttanlandsnevndini gjørt av at lata limirnar fáa eina viku afturat at arbeiða við at gera álit. Næsti fundur verður tískil komandi fríggjamorgun.

Áðrenn fundin í gjár ljóðaði, at samgongan í tí stóra var samd um høvuðslinjurnar til eitt álit, sum Miðflokkurin eftir øllum at døma eisini kundi taka undir við.

Somuleiðis frættist, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin arbeiddu saman um eitt annað álit, ið teir høvdu vónir um, at Miðflokkurin eisini fór at taka undir við.

Tað eydnaðist kortini ikki Sambandsflokkinum at orða eitt felgs álit áðrenn fundin. Men flokkarnir hava ikki mist vónina. Teir ætla sær at nýta komandi viku til at arbeiða konstruktivt við at finna røttu orðingarnar til eitt álit, ið báðir flokkarnir kunnu standa aftanfyri.

Sostætt kann væntast, at landsstýrið fríggjadagin fær handað tvey álit í fullveldismálinum. Tað fær helst eitt frá samgonguflokkunum og Miðflokkinum og eitt frá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum.