Lítil trolfiskur í væntu

Upsafiskiskapurin roynist einki serligur, og tí er ikki væntandi, at nógvur trolfiskur kemur upp á land í næstu viku.

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at allir partrolararnir fiska upsa. Fiskiskapurin er misjavnur og heldur smáligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir fiska upsa og ein fiskar svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Hesi skipini landa helst miðskeiðis í næstu viku.

 

- Hinir djúpvatnstrolararnir frysta umborð ella liggja við bryggju, sigur marknaðurin.

 

Í dag, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar um næstu viku, var bara ein trolbátur til fiskiskap. Hann fiskar mest tosk og hýsu og landar helst síðst í vikuni, sum kemur.

 

Ivasamt er, nær hinir trolbátarnir fara útaftur.

 

- Eitt garnaskip kemur inn at landa svartkalva síðst í næstu viku. Fiskiskapurin hjá garnabátunum er smáilgur.

 

Fiskamarknaður Føroya veit eisini at siga, at tvey onnur garnaskip fiska svartkalva, og tey frysta fiskin umborð.